Fyrsta umfar av Svana Grand Prix avgreitt

22 luttakarar vóru til fyrsta umfarið av Svana Grand Prix (SGP). Nevndi í Svani hevði skipað fyri kaffi og køkum, og tað setti ein serligan dám á kappingina. Hetta er longu fimta árið, at kappast verður um steypið í SGP. Higartil hevur steypið bert staðið uppi á Leitisvegi, har Beinta, Elvin, Valdemar og í fjør Theodor Esmar hava havt steypið um hendi eitt ár hvør.

Spælt varð í 4 bólkum. Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki komu víðari til fjórðingsfinalurnar. Og tey 8, sum náddu fjórðingsfinalurnar, vóru: Elvin, sum leikti móti Eydis, Theodor Esmar, sum leikti móti Ísaki, René, sum leikti móti Martu og Tórður, sum leikti móti Valdemari.
Vinnararnir komu so í hálvfinalurnar. Tey vóru Eydis, sum leikti móti Ísaki og Marta, sum leikti móti Valdemari. At enda stóðu Eydis og Valdemar í finaluni, sum Eydis vann. Eydis hevði eisini føðingardag týsdagin, og vit ynskja henni til lukku við bæði føðingardegnum og sigrinum týskvøldið.
Støðan eftir 1. umfar sær soleiðis út:
1. Eydis við 10 stigum
2. Valdemar við 9 stigum
3. Marta við 8 stigum
4. Ísak við 7 stigum.
Hinir luttakararnir fingu 5 og 2 stig.
Næsta kapping verður í desembur. Lýst verður á heimasíðuni hjá Svani. Øll kunnu møta til SGP kappingarnar.
Onnur tíðindi