Mikudagin 22. november varð fyrsta umfar av fýra í boccia grand prix leikt í Glyvra skúla. 18 luttakarar møttu, og vit fingu eina góða kapping.
Úrslitið gjørdist, at Marta vann finaluna móti Rannvá. Hon hevur tí lagt seg á odda við 10 stigum. Nummar tvey gjørdist altso Rannvá, meðan Ísak gjørdist nummar trý. Seinasti hálvfinalisturin var Tanja, og hetta er fyrstu ferð, at hon spælir seg í hálvfinaluna.
Annað umfar verður einaferð í desembur.
Nummar | Leikari | Stig |
1 | Marta | 10 |
2 | Rannvá | 9 |
3 | Ísak | 8 |
4 | Tanja | 7 |
5 | Eli | 5 |
5 | Ann | 5 |
5 | Elvin | 5 |
5 | Joanna | 5 |
9 | Bjarti | 2 |
9 | Elin | 2 |
9 | Melkjor | 2 |
9 | Sjúrður | 2 |
9 | Rúna | 2 |
9 | Mortan | 2 |
9 | Jóan Jakku | 2 |
9 | Jóhanna | 2 |
9 | Berit | 2 |
9 | Miriam | 2 |