Ársins útgáva av Boccia Grand Prix fekk ein bráðan enda. Eftir skránni skuldu 4 umfør leikast, men tá korona tók okkum øll av fótum, var neyðugt at steðga eftir 3. umfar. Tó hevur hetta kappingarárið verið sera spennandi og áhugavert. Nýggjur leikari hevur lagt seg út í kappingina, har leikarar sum Joannu, René, Ísaki og Elvin annars hava skarað framúr. Ungi Eli Olsen hevur í ár verið sera nærlagdur og hevur hugsavnað seg í spælinum. Tað hevur eisini givið úrslit, tí av teimum trimum umførunum, sum blivu leikt, hevur Eli vunnið tvey tey síðstu, og tí er tað eisini uppiborið, at hann vinnur kappingina í ár.
Í vikuni fekk Eli so handað steypið. Talan er um nýtt steyp, sum leikast skal um komandi tíggju árini. Í 2010 fóru vit undir at leika um eitt steyp, sum René hevur vunnið oftast í tíggju ár, og tí fekk hann steypið til ognar. Nú hevur so Eli vunnið fyrsta partabrævið í nýggja steypinum, sum altso verður spælt um komandi tíggju árini.
Takk fyri í árið, sum fekk so bráðan enda. Vit síggjast aftur í heyst. Um støðan við korona broytist, so kunnu vit royna at skipa fyri onkrari kapping í summar. Vit fáa at síggja.
Gott summar!
Jóhan og Dan