Jólaborðhald hjá Svani

Hósdagin 24 november kl 18 verður jólahaldið hjá Svani í Bowlinghøllini í Leirvík.

Kostnaður 300 kr, bowling + búffur + undirhald
Til ber at siga frá á 229075 ella á 235221 innan 21. november.
Heilsan
Nevndin í Svani

Árliga jólasvimjikappingin

ÍSB skipar fyri jólasvimjikappingin íð verður í svimjihøllini í Gundadali mikudagin 30.nov kl 17.


Til ber at melda til a tilmeldingarskjalinum, ella við at fylla tilmeldingarskjal út og geva venjara sínum tað.

Í ár verður tíðtakingarskipan brúkt, so freistin at melda til er sett at verða 23. nov.

Vit vóna at síggja nógvar svimjarar úr øllum landinum.
Øll eru vælkomin

Væleydnað tiltak fyri fólk við menningartarni í Runavík 24. oktober 2016

Í sambandi við Mentunarvikuna Skýming var skipa fyri ítróttartiltakið fyri fólkið við menningartarni á ítróttarøkinum í Runavík av Svani, ÍSB og Smæruni.

Byrja var kl.16 við at Sólvi Reinert Hansen setti tiltakið. Síðan byrjaði ítrótturin, har møguleiki var at velja ímillum tvær av fimm ítróttagreinum, ítróttagreinarnar vóru: fótbóltur, floorball (hockey), boccia, fimleikur og pílablástur.

Til seinast spældi Jens Marni Hansen nøkur løg. Tiltakið var sera væleydnað, áleið 80 fólk møttu upp, luttakarar og hjálparfólk.
Røðan hjá Sølva:

Góðu tit

Vælkomin í Bylgjuna. Miðjað verður hvørt ár eftir, at mentanarvikan skal fevna breitt, soleiðis at øll búsitandi í kommununi, og kring landið annars, skulu kunna finna okkurt tiltak, sum hevur teirra serliga áhuga.

Tí kunnu vit í dag á serligan hátt fegnast um, at júst hetta ítróttartiltakið fyri menningartarnað er vorðin partur av mentanarvikuni Skýming.

ÍSB varð stovnsett sum sersamband undir ÍSF á aðalfundi ÍSF 1. mars 1980, og gjørdist Svanur, við síni stovnan í 2009, fyrsta limafelagið undir ÍSB. Síðani hevur ÍSB fingið eitt limafelag aftrat – Smæruna í Havn.

ÍSB hevur tó skipað fyri virksemi fyri rørslu- og menningartarnað heilt síðani stovnan sína, seinastu mongu árini við sínum ítróttarráðgeva sum primus motor. Nógv av hesum virkseminum hevur verið skipað undir kvøldskúlaskipanini, og hevur hetta skapt tryggar og fakliga sterkar karmar.

ÍSB hevur eina heilt serliga støðu í mun til øll onnur sersambond í Føroyum. Heilt frá byrjan av varð dentur lagdur á, at vinna føroyskum rørslu- og menningartarnaðum luttøku í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi. ÍSB var stovnandi limur í Altjóða Paralympisku nevndini, sum skipar fyri paralympisku leikunum, tá ymiskir altjóða felagsskapir blivu savnaðir í IPC 22. sept. 1989.

ÍSB er somuleiðis limur í Special Olympics, sum skipar fyri leikum fyri menningartarnað. Nú amerikanska forsetavalið nærkast, bilar einki, um vit minna á, at tey, ið stovnsettu og vóru eldsálirnar í Special Olympics í mong ár, vóru Eunice Kennedy Shriver og maðurin Sargent Shriver. Eunice var systur amerikanska forsetan John F. Kennedy, og høvdu tey lagt til merkis, at systir teirra Rosemary, vegna sítt menningartarn, ikki hevði somu atgongd til ítrótt og rørslu sum onnur. Og tað valdu tey at gera nakað við við at skipa fyri ymiskum tiltøkum og kappingum. Hendan serliga søgan um systkin, sum vildu hjálpa vegna systir sína, røkkur heilt til Føroyar og til Bylgjuna í dag. Special Olympics, ÍSB og Svanur eru á hendan hátt skyld.

Føroysk rørslu- og menningartarnað ítróttafólk hava møguleika at luttaka í kappingum her heima og úti í heimi – bæði altjóða kappingum fyri einstakar ítróttagreinir og í kappingum við fleiri greinum, sum Special Olympics og Paralympics – stutt sagt á øllum mótum, har fólk úr øðrum londum kappast.

Hetta hevur givið Føroyum nógv heiðursmerki, men av størri týdningi er ivaleyst, at nógvir føroyingar við hesum altjóða kappingum hava fingið stórar upplivingar úti í Heimi. Eitt og hvørt ítróttarligt virksemi byrjar tó her heima, og við virkseminum, sum er fyri menningartarnað í kvøldskúla, feløgum, hjá ÍSB og ikki minst her í Bylgjuni í dag skapa vit tær dagligu upplivingarnar av rørslu og gleði, sum ítrótturin á serligan hátt kann geva okkum øllum.

Við hesum fáu orðunum fari eg at bjóða okkum øllum vælkomnum til tiltakið.

Stórt ítróttartiltak

Í samband við mentanarvikuna í Runavík verður skipað fyri stórum ítróttartiltaki fyri fólk við menningartarni.

Tiltakið verður á ítróttarøkinum í Runavík, og verður møguligt at royna hesar ítróttargreinar.
Fótbólt
Hockey
Boccia
Fimleik
Pílablástur
Tiltakið er ókeypis, og Jens Marni Hansen spælir nøkur løg eftir at ítróttarparturin er liðugur.
Eisini verður okkurt ábit at fáa.
Møtið fjølment,
ÍSB, Svanur, Smæran og Runavíkar kommuna

Kvøldskúlin byrjar aftur

Sum nakað nýtt verður svimjing nú í Leirvík og vóna vit hetta verður væl móttikið. Eins og undanfarin ár fer tilmeldingin fram, við at boða læraranum frá. Viðvíkandi boccia, so verður tað skipa sum ein kapping har tvær kappingar verða fyrra hálvár og tvær seinna hálvár – tað, sum vit eisini kalla Gran-Prix. Meir verður kunnað um kappingina seinni.

Sí meira um kvøldskúlan her.

Vinnarar av Svana-cup 2016

Svana-cup, hevur verið fyri fólk við rørðslu- og menningartarni, í Løkshøll í Runavík í dag.
Væl av fólki var møtt til tiltakið. Luttakararnir, sum vóru úr Svani, úr Smæruni og úr Klaksvík, vóru spentir at sleppa at kappast. Bárður Kass Nielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu, setti tiltakið. Dan Lamhauge og Jóhan Danielsen skipaðu fyri kappingini, og teir fingu hjálp frá bæði vaksnum og ungum dómarum, sum trúliga hjálpa til ár eftir ár. Bakaríið Miðberg hevði stuðlað við leskiligum tvíflísum og Føroya Bjór við vatni, og hetta kom væl við í steðginum.
Kappast varð í fýra bólkum. Bólkarnir vóru rørðslutarnað, kvinnur við menningartarni, menn við menningartarni og ein opin bólkur, har áskoðarar og avvarðandi kundu luttaka.
Úrslitini vóru hesi:
Rørðslutarnað
Nr. 1 Dánial Jákup Djurhuus, Svanur
Nr. 2 Petur Martin Sivertsen, Smæran
Nr. 3 Marius Johansen, Smæran
Kvinnur við menningartarni
Nr. 1 Hilda Poulsen, Svanur
Nr. 2 Joanna J. Poulsen, Svanur
Nr. 3 Elin Løkin
Menn við menningartarni
Nr. 1 René L. Thomsen, Klaksvík
Nr. 2 Ísak Hansen, Svanur
Nr. 3 Elvin Weihe, Svanur
Opin bólkur
Nr. 1 Kári Troest
Nr. 2 Arvid Hansen
Nr. 3 Marius Johansen

Skráin fyri Svana-cup 2016

Kl. 13.00 til 13.20 Tilmelding

Kl. 13.20 til 13.30 Stilla upp til innmarch

Kl. 13.30 Bárður Kass Nielsen setur tiltakið

Kl. 13.45 Kappingarnar byrja

Kl. 14.15 Sandwich, frukt, kaffi, te og smákøkur

Kl. 16.00 Heiðursmerkjahandan

Kl. 16.15 Tiltakið endar

Allir luttakarar fáa eitt heiðursbræv uppá luttøku í Svana-cup 2016

Luttakarar eru vælkomnir at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo

Svana-cup í Løkshøll

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri fólk við brekið í Eysturoy, hevur seinastu sjey árini skipað fyri einari cupkapping í boccia. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við til uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar við í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Tvey tey síðstu árini hava vit eisini haft eina kapping fyri áskoðararnar, har tey rørðslu- og menningartarnaðu hava lagt lag á. Hetta hevur verið sera spennandi og skemtingarsamt og verður tað við aftur í ár. Í ár verða fýra kappingar á skránni:

1. Kvinnur við menningartarni

2. Menn við menningartarni

3. Kvinnur og menn við rørðslutarni

4. Áskoðarar

Bárður Kass Nielsen fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har kaffi og annað gott verður at fáa.

Tey, ið ynskja at luttaka, verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo.

Tað kostar 50 kr. at luttaka (tó kostar tað einki fyri áskoðararnar).

Svana-cup

Svana-cup verður í Løkshøll leygardagin 17. september kl. 13.
Á skránni verða fýra boccia kappingar, umframt okkurt til matna. Boccia kappingarnar verða:
1. Kvinnur við menningartarni
2. Menn við menningartarni
3. Kvinnur og menn við rørslutarni
4. Áskoðarar
Nærri skrá kemur seinni, men til ber at melda seg til longu nú á svanur@svanur.fo. Tað kostar 50 kr. at luttaka.
Við vón um góða undirtøku.
×