Svana cup í Løkshøll

Kappast verður í boccia fyri rørðslu- og menningartarnað. Boccia er eitt bóltspæl, sum er sera spennandi, og sum øll kunnu vera við í uttan mun til aldur, stødd og fysisk evni. Tað eru tveir luttakarar í Boccia í hvørjum spæli, og endamálið er at kasta sínar bóltar so tætt upp at málbóltinum, sum til ber. 13 bóltar eru við í spælinum: 6 bláir, 6 reyðir og 1 hvítur málbóltur.

Í nøkur ár hava vit valt, at hava eina kapping fyri áskoðararnar eisini, har tey, sum annars kappast leggja lag á. Hetta er sera spennandi og skemtingarsamt bæði fyri brúkarar og áskoðarar. So á skránni í ár vera fýra kappingar:

1. Kvinnur við menningartarni

2. Menn við menningartarni

3. Kvinnur og menn við rørðslutarni

4. Áskoðarar

Etly Nord Højgaard býráðslimur í Runavíkar kommunu fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast, og nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

Vit miðað ímóti at fáa eina hugnaliga løtu við síðuna av kappingina eisini, har okkurt gott verður at fáa. Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Svani www.svanur.fo.

Tey, ið ynskja at luttaka, verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo.

Tað kostar 100 kr. at luttaka.

Ítróttarfelagið Svanur økir um virksemið

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri rørslu -/ og menningartarnað í Eysturoy, tekur nú enn eitt stig, fyri at økja um virksemið í felagnum.

Frá í heyst verður svimjing ein fastur partur av venjingarskránni hjá okkum. Higartil hevur felagið havt ítróttargreinarnar boccia og fótbólt, og arbeitt verður støðugt við at kunna bjóða fleiri ítróttargreinar.

Vit kundu hugsað okkum, at tað gekk skjótari við at fáa aðrar ítróttargreinar upp at standa, men vit muga bara ásanna, at hetta tekur tíð. Nevndin í Svani leggur stóran dent á, at venjingarnar sum eru, skulu vera væl skipaðar við føstum tíðum og venjarum.

Komandi vetur fer felagið at skipa fyri regluligari svimjing í Leirvík og møguliga eisini á Toftum. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvør fer at venja svimjararnar, men felagið hevur samband við tveir royndar venjarar. Nærri verður lýst seinni á heimasíðu felagsins (www.svanur.fo), nær venjingarnar verða.

Eystanstevnu karnivalur

Fríggjadagin 16. juni er Eystanstevnu karnivalur og temaði er galla/glimmur. Tað merkir at so nógv sum møguligt skulu vera galla/glimmurklødd 🙂
Øll møta kl.18 aftanfyri Skúlan við Løkin 🙂


4. umfar á stevnuni

Eystanstevnan stendur fyri framman, og vit fara at kappast. 4. umfar av boccia grand prix verður leikt í skúlanum við Løkin hóskvøldið. Byrjað verður kl. 18:00. Øll eru vælkomin at luttaka. Stórur spenningur er í kappingini um steypin, sum René vann í fjør.

Er veðrið gott og turt, so spæla vit í skúlagarðinum. Regnar, so spæla vit inni í skúlanum.

3. umfar av boccia grand prix avgreitt


Navn
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar
íalt
støða
Joanna
10
9
10
29
1
René
5
10
7
22
2
Hilda
5
8
5
18
3
Helgi
7
7
0
14
4
Ísak
8
5
0
13
5
Ann
2
5
5
12
6
Elvin
0
2
9
11
7
Eli
0
5
5
10
8
Elin
5
2
2
9
9
Marta
9
0
0
9
9
Jørgen
0
0
8
8
11
Herbert
2
5
0
7
12
Uni
0
5
0
5
13
Kristian
0
0
5
5
13
Magni
2
2
0
4
15
Mortan
2
2
0
4
15
Rannvá
2
2
0
4
15
Jacob
0
2
0
2
18
Gunnar
0
0
2
2
18

Boccia grand prix 1. apríl

Tað er í samband við, at kvøldskúlin hevur framsýning, at vit spæla triðja umfar í boccia grand prix kappingini. Kappingin byrjar beint eftir setanina, sum er kl. 15.

Møtið fjølment – og helst í búna.

FM í boccia.

ÍSB skipar fyri FM í Boccia í Skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 11. mars kl 14.
Tilmelding fer fram á www.isb.fo ella https://docs.google.com/ forms/d/ 1_quZ5Td5fUpyADt431gfMKpi2Z asYkU2wpqNOasigCw/edit
, og freistin at melda til er fríggjadagin 10. mars kl 1200.
Kappingin verður trýbýtt, kvinnur við menningartarni, mannfólk við menningartarni, og ein bólkur fyri fólk við rørslutarni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Vit í Svani møta í svanaklæðum. Góða eydnu:)

Ársaðalfundur hjá Svani

Ársaðalfundur felagsins verður á verkhúsinum Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 13. februar 2017 kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins:

1. Val av orðstýrara

2. Frágreiðing frá formanninum

3. Innkomin uppskot

4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi

5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali

6. Val av grannskoðara

7. Ymiskt.

§4

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Møtið fjølment!

Nevndin

Annað umfar í Boccia Grand Prix var mánadagin!


Navn
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar
íalt
støða
René
5
10
15
2
Joanna
10
9
19
1
Hilda
5
8
13
4
Helgi
7
7
14
3
Eli
0
5
5
10
Ann
2
5
7
7
Ísak
8
5
13
4
Herbert
2
5
7
7
Jacob
0
2
2
15
Elvin
0
2
2
15
Magni
2
2
4
12
Mortan
2
2
4
12
Elin
5
2
7
7
Rannvá
2
2
4
12
Marta
9
0
9
6
Uni
0
5
5
10

×