Úrslitini frá bocciakappingini á Varmakeldu

Bocciakappingin á Varmakeldu hesaferð varð skipað sum liðkapping fyri blandað lið. Vinnararnir vóru:


Gull:Tórður (Svanur) og Helena (ÍF flogbóltur)

Silvur:Beinta og Halla (Báðar úr Svani)

Bronsa:Renè (Svanur) og Durita (ÍF-fótbóltur)


Nakrar broytingar hava verið gjørdar síðan kappingin varð kunngjørd fyrstu ferð. Orsakað av veðrinum leygardagin, varð kappróðurin fluttur til sunnudagin, og sostatt kundu genturnar á Erlu Kongsdóttir, 5-mannafarinum hjá fuglfirðingum, ikki spæla móti Svani; í staðin komu leikarar úr fót- og flogbóltinum í Fuglafirði.


Tiltakið var væleydnað, og fuglfirðingar vóru blíðir; eftir kappingina fingu vit kaffi og vaflur í Mentanarhúsinum.

Bocciakapping á Varmakeldustevnu

Aftur í ár verður skipað fyri bocciakapping á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Kappingin verður á torginum við Mentanarhúsið sunnudagin 7. juli kl. 14.30.
Skipanin verður eitt sindur øðrvísi enn í fjør, tí hesaferð fara svanaleikarar at kappast móti kendum fólki úr Fuglafirði og aðrastaðni.
Um veðrið ikki verður til vildar verður spælt innandura, og kunnað verður um hetta í góðari tíð. Vónandi verður tiltakið væl vitjað, og væl ber til at gera ein túr burturúr, tí nógv er á Varmakelduskránni henda sunnudagin.
Myndin: Kappingin á Varmakeldu 2012, sum var í fimleikarhøll skúlans.

Bocciakapping á Eystanstevnu

Aftur í ár skipar Svanur fyri bocciakapping á Eystanstevnu, og eins og undanfarin ár verður kappingin á stevnuøkinum sunnanfyri býráðshúsini við Saltangará.


Kappingin byrjar sunnudagin kl 15:00.


Í fjør var ikki veður at hava kappingina uttandura, so farið varð inn í skúlan við Løkin. Vónandi verður veðrið til vildar í ár, men boðað verður frá, um kappingin verður flutt.

Ikki er neyðugt at tekna seg, møtið bara í góðari tíð.

Grand Prix kapping í frælsum ítrótti

Í ár skipar ÍSB fyri trimum grand prix kappingum í frælsum ítrótti. Fyrsta kappingin verður á Tórsbreyt í Havn hósdagin 20. juni kl. 15.

Kappast verður í tveimum bólkum: 15 ár og yngri og 16 ár og eldri. Greinirnar verða hesar:

  • 60 m renning fyri kvinnur og menn
  • 100 m renning fyri kvinnur og menn
  • 200 m renning fyri kvinnur og menn
  • 400 m renning fyri kvinnur og menn
  • Kúlustoyt fyri kvinnur og menn
  • Longdarlop fyri kvinnur og menn

Stigaskipanin verður henda: nr. 1., 10 stig; nr. 2, 9 stig; nr. 3, 8 stig, o.s.fr.

Lutakarar kunnu tekna seg til kappingina 20. juni hjá ÍSB umvegis teldupost á isb@isb.fo ella á tlf. nr. 317579 ella 217975. Onnur og triðja kapping verða annars í august og september.

Theodor Esmar Boccia Grand Prix vinnari!

4. og seinasta umfar av Boccia Grand Prix varð leikt hóskvøldið í skúlanum við Løkin. 21 luttakarar vóru til kappingina. 8 teirra komu í kvartfinaluna, Tórður, Elvin, René, Ísak, Valdemar, Magni, Theodor Esmar og Beinta. Eftir kvart.- og hálvfinaluna stóðu Theodor Esmar og René eftir í finaluni. Í tøttum dystin eydnaðist Theodor Esmari at vinna kappingina. Harvið vann hann eisini Boccia Grand Prix 2012-13. Til lukku við tí, Theodor Esmar.

Í summar verða boccia kappingar skipaðar á stevnunum. Nærri verður at frætta um hetta á heimasíðuni.

Theodor Esmar beina kós!

Nú 3 umfør av Boccia Grand Prix eru avgreidd, er líkt til, at Theodor Esmar verður nýggjur meistari. Hósdagin varð 3. umfar leikt í skúlanum við Løkin, og aftur hesaferð vann Theodor Esmar. Hann hevur nú 30 stig, sum er fult stigatal. Tað er einastandandi. Men enn kann hann ikki kanna sær sigurin. Í hølunum á honum kemur Tórður, sum enn einaferð endaði á øðrum plássi, eftir at hann mátti lúta fyri júst Theodor Esmari í finaluni. Tað bleiv ein sera spennandi finala, har leikararnir vístu, hvør dugur var í teimum. Teir skiftust um at liggja næst tí hvíta bóltinum. Tá samanum kom, var tað altso Theodor Esmar, sum lá omaná.

Nú er bert eitt umfar eftir. Higartil í ár hava 25 leikarar luttikið í kappingini. Theodor Esmar liggur á odda við 30 stigum. Á øðrum plássi liggur Tórður við 25 stigum. Vinnarin í fjør, Valdemar, liggur longur afturi og hevur ongan møguleika at vinna samlaðu kappingina í ár. Tískil skulu vit finna nýggjar meistara, og dysturin tykist vera millum Theodor Esmar og Tórð. René hevur eisini møguleikan, men so skulu nógv úrslit laga seg. Úrslit og støður eru at síggja aðrastaðni á heimasíðuni.

Svanur havt aðalfund

Mánadagin 28. januar var ársaðalfundur felagsins hildin í skúlanum við Løkin í Runavík, har virknir og ikki virknir limir vóru komnir saman.

Í formansfrágreiðingini tók Hendrik Olsen í stuttum saman um virki felagsins síðan stovnanina, og vísti á, hvussu sjónligur Svanur var vorðin í sambandi við tiltøk, sum fyriskipað hava verið í Eysturoynni. Tikið varð eisini saman um nýggju heimasíðuna, sum løgd var fram á farna fundi, og hvussu hon í grundini var vorðin andlit felagsins út eftir: Síðan er væl vitjað, og soleiðis er hon at kalla vorðin bindiliður millum nevnd og limir.

Svanur hevur afturvendandi tilboð á skránni á kvøldskúlanum; fótbólturin er komin inn aftur í ár, og arbeitt verður við at bjóða frælsan ítrótt. Árliga verður skipað fyri Svana Grand Prix, sum er sett saman av fýra kappingum í boccia, men hæddarpunktið er kortini Eikcup, sum í ár varð fyriskipað í høllini á Eiði. Formaðurin var fegin um tiltakið í ár, sum hann segði vera rættiliga væleydnað; kanska serliga av minigolfvøllinum, sum bróðurfelagið Smæran stuðlaði Svani við.

Forkunnug tilboð hava eisini verið í ár; t.d. jólakappingin hjá ÍSB og Special Olympics, sum báðar vóru í Havn, og vitjanin frá felag úr Halton Cheshire í Onglandi. Talan var um eina rættiliga hugnaliga vitjan, og Svanur hevur síðan fingið innbjóðing frá enska felagnum.

Formaðurin kunnaði eisini um, at limatalið í Svani áhaldandi økist, og at Kári P. Højgaard, í sambandi við Eikcup, varð heiðraður sum limur nr. 100. Eisini var kunnað um, at Eik aftur er høvuðsstuðul hjá Svani, og at nýggjur tveyárasáttmáli er undirskrivaður.

Á fundinum hesaferð stóðu Harry Knudsen og Wenzel Olsen fyri vali. Wenzel Olsen varð afturvaldur, men Harry Knudsen stillaði ikki upp aftur; í hansara stað varð vald Jónleyg Poulsen av Strondum. Eykalimur Birgir Samuelsen, sum eisini stóð fyri vali, stillaði heldur ikki upp aftur, og í hansara stað kom Godwin Sunder frá Saltangará. Nevndin er nú skipað við Hendriki Olsen sum formanni, Wenzel Olsen sum næstformanni, Haldis Dam Matras sum kassameistara, John Allani Midjord sum skrivara og Jónleyg Poulsen sum nevndarlimi.

Sjálv formansfrágreiðining sæst her

ÍSB arbeiðir fram ímóti paralympisku leikunum í 2016

Ítróttarráðgevin hjá ítróttarsambandinum fyri brekað, Katrin Dagbjartsdóttir segði í viðtalu við Rás2 í gjár, at ÍSB vónar at kunna senda enn fleiri føroysk ítróttarfólk til paralympisku leikirnar í Rio de Jaineiro í Brasil í 2016.

Enn vilja tey í ÍSB ikki seta nøvn á øll tey, sum tey vóna sleppa at umboða Føroyar á paralympisku leikunum í 2016.

Á paralympisku leikunum í London í fjør høvdu Føroyar eitt umboð, og var tað svimjarin, Ragnvaldur Jensen, sum stóð seg heiðurliga á leikunum.

Katrin Dagbjartsdóttir undirstrikar tó, at ÍSB fer ikki at gloyma breiddina, og fara tey framvegis at skipa fyri breiðum ítróttartiltøkum. – Eingin elita uttan breidd, undirstrikar Katrin Dagbjartsdóttir

Aðalfundur

4. ársaðalfundur felagsins verður í skúlanum við Løkin í Runavík, mánadagin 28. januar kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins:

1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum
3. Innkomin uppskot
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali: Harry Knudsen og Wenzel Olsen; Harry Knudsen stillar ikki uppaftur.
6, Val av grannskoðara
7. Ymiskt.
§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Eitt uppskot er sum ljóðar: Hvørja merking hevur heiðurslimaskpur í Svani, og hvør kann gerast heiðurslimur.

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Tað er við takksemi, at vit kunnu líta aftur á eitt virkið ár við nógvum sjónligum virksemi.

Vit vilja takka øllum teimum sum standa saman um felagið.

Somuleiðis ynskja vit øllum eini


Gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Svanur

×