Bocciakapping á mentanarvikuni

Í sambandi við mentanarvikuna Skýming, sum er í Runavík í hesum døgum, skipar Svanur fyri bocciakapping. Kappingin, sum verður í skúlanum við Løkin í kvøld kl. 19, er samstundis fyrsta umfar av árligu bocciakappingini SvanaCup.

Mentanarvikan er annars partur av altjóða vinnustevnuni Faroexpo, sum hevur verið í Runavík á hvørjum ári síðan 2006. Mong mentanartiltøk eru á skránni hesar dagarnar, eitt nú konsertir, sjónleikir, listaframsýningar og ítróttartiltøk.
Leinkja til heimasíðuna og skránna er her.

Úrslitini frá Eik Cup 2013

Úrslitini av Eik Cup á Eiði leygardagin 19. oktober eru hesi:

Menn:

  1. René

  2. Tórur

  3. Jacob

Kvinnur:

  1. Meiken

  2. Eyðdis

  3. Herdis

Kappast varð eisini í mini-golf, men hendan kappingin var ikki skipað eins og bocciakappingin, og tí vórðu vinnarar av allari kappingini ikki funnir.

Talan var um eitt rættiliga væleydnað og hugnaligt tiltak; 30 fólk tóku lut í kappingunum, og hetta er størsta luttakaratalið, ið hevur verið hesi fimm árini, Eik Cup hevur verið á Eiði.

Alfred Olsen setti Eik Cup í ár, og orkestrið Ælabogin var komið at spæla. Í røðuni var Alfred Olsen eitt nú inni á týdninginum sum feløg sum Svanur og Smæran hava, og hvussu langt íðkarar í slíkum feløgum kunnu røkka.


T-shirtir á Eik Cup 2013

Í sambandi við Eik Cup í ár, verða T-shirtir at fáa. Tey, ið kundu hugsað sær eina T-shirt, kunnu senda eina bílegging á teldupostbústaðin svanur@svanur.fo í seinasta lagi 14. oktober á middegi. Minnist til at siga hvørja stødd tit vilja hava.

Eik Cup 2013

Leygardagin 19. oktober kl. 13 verður skipað fyri árliga Eik Cup-degnum á Eiði. Á tiltakinum, sum verður í ítróttarhøllini, verður kappast í boccia og mini golf, men miðað verður eisini ímóti at fáa eina hugnaliga løtu uttanfyri kappingarnar, har okkurt verður til matna, og har orkestrið Ælabogin kemur at spæla. Ælabogin, ið er orkestur teirra, ið bera brek, hevði annars 15-ára stovningardag 29. september.


Hetta verður fimta ferð, at skipað verður fyri Eik Cup, og eins og undanfarin ár hava vit valt at hava tiltakið í ítróttarhøllini á Eiði, har umstøðurnar hava verið góðar.


Eik Cup 2012 var rættiliga væleydnað: fleiri fólk enn árið fyri høvdu teknað seg til kappingarnar, og áskoðararnir vóru eisini fleiri. Væl gekst at skipa bocciakappingarnar, og av tí mini golf eisini var á skránni, var bíðitíðin ikki so long. Golfvøllurin var bæði stórur og fjølbroyttur, og tí var hann eitt frískligt íkast, sum vit fegin vilja hava við aftur hesaferð.

Skráin er henda:

Kl. 13.00 til 13.30 Smyrjibreyð/saft/the/kaffi

Kl. 13.00 til 13.30 Tilmelding til boccia- og golf

Kl. 13.30 Dagurin verður settur av Alfred Olsen

Kl. 14.00 Kappingarnar byrja

Kl. 16.15 Heiðursmerkjahandan

Kl. 16.30 Køkur og kaffi

Kl. 17.00 Tiltakið endar


Vónandi vera vit eins mong og í fjør.

Frælsur ítróttur

Svanur hevur roynt í eina tíð at fingið frælsan ítrótt á programmið – nú bar til. Sonni Djurhuus, sum er royndur á økinum kemur at stand fyri tæningini. Tíðin sum er sett av til frælsan ítrótt er set til ein tíma og verður tað hvønn mikudag kl 15 til 16.
Sí meira her.

Kvøldskúlin byrjar aftur

Eins og undafarin ár fer tilmeldingin fram, við at boða læraranum frá. Viðvíkandi boccia, so verður tað skipa sum ein kapping har tvær kappingar verða fyrra hálvár og tvær seinna hálvár – tað, sum vit eisini kalla Gran-Prix. Meir verður kunnað um kappingina seinni.

Sí meira um kvøldskúlan her.

Mentanarvika í Runavík

Mentanarvikan í Runavík verður hildin síðstu vikuna í oktober mánaða.

Mentanarvikan er ein partur av altjóða vinnustevnuni Faroexpo, sum verður hildin í Runavík í somu døgum.

Hópin av mentanartiltøkum eru á skránni hesa vikuna, bæði fyri børnum og vaksnum. Nevnast kunnu m.a. konsertir, sjónleikir, listaframsýningar og ítróttartiltøk.

Svanur verður við har fyrsta umfar av árligu boccia kappingini SvanaCup verður.

Sí nærri undir “Tiltøk” nær og hvar kappingin verður.

Góð úrslit í Onglandi

Í fjør var landsdystur móti Onglandi leiktur í Runavík. Rættiligur dámur varð settur á býin hesar dagarnar, sum tiltakið vardi. Tiltakið endaði við, at onglendingar buðu okkum til teirra at leika í ár. Hesin dystur varð so leiktur 14. juli í einum býi beint eystan fyri Liverpool.

Umframt sjálvan dystin, vóru eisini útferðir á skránni. Vit vitjaðu eitt nú Widnes Vikings á teirra leikvølli. Teir leika í bestu ensku rugbydeildini. Eisini vóru vit ein túr inni í Liverpool, gingu framvið Anfield Road og Liverpool Waterfront. Har liggur guli kavbáturin, sum Beatles syngja um. Tað var eisini hagani, at Titanic fór fyrsta og seinasta túrin.
Tey, sum mannaðu føroyska liðið, vóru: Unn Mortensen og Meiken Olsen úr Smæruni. Joanna Poulsen, Elvin Weihe, Tórður Hjalt Jacobsen, René Lið Thomsen og Valdemar Dam. Leiðarar vóru Hendrik Olsen, Wenzel Olsen og Dan Lamhauge.
til sjálva kappingina. René leikti einmansleik móti einum breta og einum valisa. Og René lat ongan iva vera um, hvør av teimum var bestur. René vann greitt báðar dystirnar móti valisanum. Móti bretanum var meira spennandi. Fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki. Men í seinna og avgerandi dystinum vant René burtur úr Kevin og vann harvið gull. Talan var um fult uppibornan sigur.
Unn og Tórður leiktu tvímansleik ella sum par. Tað gekk heldur tungt teir báðar fyrstu dystirnar. Tey vóru ikki nóg neyv, og taptu tepurt. Men so funnu tey stevið, og teir báðar seinnu dystirnar lá nógv betur fyri. Tey vunnu báðar. Tað var nóg mikið til eitt annað pláss og silvur.
Joanna, Meiken, Elvin og Valdemar leiktu sum lið. Tveir teir fyrstu dystirnar vundu tey úr mótstøðuliðunum. Eftir steðgin vístu hini liðini at hava fótað sær, men tey skalaðu ikki okkara lið, sum – tá avtornaði – vann allar dystirnar. Tað gav gull.
Samanlagt gjørdist talan um gull í einmansleiki, silvur í tvímansleiki og gull fyri lið.
Ferðin heim gjørdist minnilig og long. Ætlanin var at koma heim mánadag, men toka í Vágum gjørdi, at vit fyrst vóru í Íslandi, síðani í Noreg og at enda í Skotlandi, áðrenn vit endiliga lendu í Vágunum mikudag.
Dan Lamhauge

Úrslitini frá bocciakappingini á Varmakeldu

Bocciakappingin á Varmakeldu hesaferð varð skipað sum liðkapping fyri blandað lið. Vinnararnir vóru:


Gull:Tórður (Svanur) og Helena (ÍF flogbóltur)

Silvur:Beinta og Halla (Báðar úr Svani)

Bronsa:Renè (Svanur) og Durita (ÍF-fótbóltur)


Nakrar broytingar hava verið gjørdar síðan kappingin varð kunngjørd fyrstu ferð. Orsakað av veðrinum leygardagin, varð kappróðurin fluttur til sunnudagin, og sostatt kundu genturnar á Erlu Kongsdóttir, 5-mannafarinum hjá fuglfirðingum, ikki spæla móti Svani; í staðin komu leikarar úr fót- og flogbóltinum í Fuglafirði.


Tiltakið var væleydnað, og fuglfirðingar vóru blíðir; eftir kappingina fingu vit kaffi og vaflur í Mentanarhúsinum.

Bocciakapping á Varmakeldustevnu

Aftur í ár verður skipað fyri bocciakapping á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. Kappingin verður á torginum við Mentanarhúsið sunnudagin 7. juli kl. 14.30.
Skipanin verður eitt sindur øðrvísi enn í fjør, tí hesaferð fara svanaleikarar at kappast móti kendum fólki úr Fuglafirði og aðrastaðni.
Um veðrið ikki verður til vildar verður spælt innandura, og kunnað verður um hetta í góðari tíð. Vónandi verður tiltakið væl vitjað, og væl ber til at gera ein túr burturúr, tí nógv er á Varmakelduskránni henda sunnudagin.
Myndin: Kappingin á Varmakeldu 2012, sum var í fimleikarhøll skúlans.
×