Seinasta umfar av Boccia Grand Prix

Spenningurin er stórur undan seinasta umfarinum av Boccia Grand Prix. Í løtuni liggur Tórður Hjalt Jacobsen fremstur, men hann kann enn ikki kalla seg vinnara av kappingini.

Seinasta umfarið av ársins kapping verður leikt í Løkshøll hósdagin. Tað er ítróttabreytin í skúlanum við Løkin, sum skipar fyri kappingini. Seinastu árini hava næmingarnir í skúlanum verið áskoðarar, og tað hevur sett sín dám á.
Kappingin byrjar kl. 12, so tað liggur væl fyri. Vónandi møta nógv til kappingina.

Theodor Esmar vann 3. umfar!

Spenningur eftir 3. umfar í boccia grand prix! Vinnarin frá í fjør, Theodor Esmar, vann sína fyrstu kapping í ár, og legði seg harvið út í kappingina um meistaraheitið, nú einans eitt umfar er eftir at leika.

Undirtøkan til kappingina mikudagin var heldur lítil. Men tey 17, sum luttóku, leiktu eina spennandi kapping. Undan kappingini mikudagin, lá Tórður Hjalt Jacobsen á odda í samlaðu kappingini. Hann leikti aftur eina fína kapping hesaferð, men mátti lúta fyri Theodor Esmari í finaluni. Harvið er Tórður framvegis á odda í kappingini. Hann hevur 24 stig. Á øðrum plássi liggja nú Theodor Esmar og Elvin við 21 stigum hvør.
Merkisvert er, at René, sum má metast at vera ein av allar sterkastu leikarunum í Føroyum, liggur á 4. plássi við 18 stigum. Tí skal nógv passa saman, um hann skal vinna kappingina.
Yvirlit yvir støðuna er at finna undir Svana Grand Prix her á síðuni.

Svanur haft aðalfund

Mánakvøldið 17. februar var aðalfundur felagsins í skúlanum við Løkin í Runavík. Jastrid Weihe var vald til fundarstjóra, og skipaði fundin eftir lýstu skránni: formansfrágreiðing; framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar; val av nevndarlimum og val av grannskoðara.
Í formansfrágreiðingini, sum annars fæst í fullari longd í leinkju niðanfyri, vísti Hendrik Olsen á, at Svanur hevur ment seg til at vera eitt sjónligt ítróttarfelag, sum ikki bert er virkið alt árið, men sum er vorðið ein náttúrligur part av gerandisdegnum hjá mongum í Eysturoynni. Svanur skipar fyri nógvum ymiskum ítróttartiltøkum í oynni – og eisini uttanfyri landoddarnar, og limirnir hava eisini verið fegnir um sosialu samveruna, sum sjálvandi kemur í kjalarvørinum av virksemi felagsins.
Aftrat meira støðuga virkseminum, var Hendrik Olsen fegin um at nýggj tiltøk løgdust aftrat, og at felagnum var eydnast at røkka nýggjum málum. Hendrik Olsen, sum var við at seta felagið á stovn og sum hevur verið formaður frá byrjan, stillaði ikki upp aftur. Umframt hann stóðu Haldis Dam Matras, John Allan Midjord og eykalimur Marjun í Jàkupsstovu fyri vali; ongin teirra stillaði upp aftur. Í teirra stað komu Erla W. Johannesen, John Poulsen og Oddur Klein og Alith Djurhus sum eykalimur.
Nevndin skipaði seg á fundi beint eftir aðalfundin. Nýggjur formaður er Wenzel Olsen; Jónleyg Poulsen er næstformaður; Erla W. Johannesen er skrivari; Oddur Klein er kassameistari og John Poulsen er nevndarlimur.
Í formansfrágreiðingini nýtti Hendrik Olsen eisini høvið at takka Eik fyri peningaliga stuðulin, sum verður latin samsvarandi høvuðsstuðulsavtaluni.

Freistin at bíleggja búna longd

Ynski hava verið um at leingja freistina at bíleggja búnar, og tað ber rímiligt væl til at bíða nakrar dagar aftrat. Freistin verður tí flutt eina viku til leygardagin 22. februar.
Treytirnar og prisírnir eru óbroytt, búnin verður at bíleggja í Berglon við Saltangará. Møguleiki verður eisini at síggja nýggja búnan á aðalfundinum mánakvøldið 17. februar.

Ársaðalfundur

Ársaðalfundur felagsins verður í skúlanum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 17. februar 2014 kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins:

1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá formanninum
3. Innkomin uppskot
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi
5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali
6, Val av grannskoðara
7. Ymiskt.
§4
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Svanur fær nýggjar fjaðrar

Í staðin fyri dimma búnan við hvítum, fær Svanur nú ein meira sermerktan búna við appelsingulum staffeteringum á jakkanum og appelsingulari T-shirt.
Við nýggja búnanum er eisini ryggsekkur við svanabúmerkinum, har appelsinguli liturin í nevinum gongur aftur.
Kostnaðurin fyri settið – jakka, brøkur, T-shirt og ryggsekk er kr. 950/855 fyri ávikavist vaksnamanna- og barnastøddir. Sjálvandi ber eisini til bara at keypa draktina uttan T-shirt og ryggsekk; kostnaðurin er tá kr. 537 fyri vaksin og 464 fyri børn.
Lagaligi kostnaðurin stendst av avtalu við veitaran um keyp av samlaðari nøgd, men tað merkir eisini, at vit noyðast at hava freist fyri, nær fólk kunnu vera við í keypinum. Hesa freist hava vit sett at vera leygardagin 15. februar.
Nýggi búnin fæst í Berglon við Saltangará. Tey, ið kundu hugsað sær nýggjan búna, skulu fyrst fara í Berglon at finna rætta stødd, síðan verður búnin prentaður. Boð verða givin, tá ið lidni búnin kann heintast í Berglon, har hann eisini verður goldin.

Sera spennandi Boccia Grand Prix

23 svanar møttu til 2. umfar av boccia grand prix, sum varð leikt í skúlanum við Løkin mikukvøldið. Undan hesum leikumfarinum var greitt, at Eydis á Løgmansbø og Valdemar Dam vóru nummar 1 og 2 í kappingini. Longu eftir innleiðandi umførini var greitt, at hvørgin teirra hevði vunnið sær víðari luttøku í kappingini. Tey fingu tí 2 stig hvør.

Til 2. umfar vóru fleiri nýggir leikarar við. Joanna var komin av Strondum og Oddur leikti sína fyrstu kapping. 9 ára gamli Oddur býr í Gøtu, og hann fer helst at royast sum boccialeikari einaferð.
Tey 8, sum vunnu sær luttøku í fjórðingsfinalunum, vóru: Tórður, Elvin, Theodor Esmar, Beinta, Rúna, Rannvá, Ísak og René. Eftir fjórðings- og hálvfinalurnar var greitt, at Tórður og Elvin skuldu leika finaluna, meðan Theodor Esmar og Beinta skuldu leika um 3. plássið.
Tórður hevði leikt sum ein brandur alla kappingina. Tí var hann mettur sum favorittur at vinna finaluna móti Elvin, hóast Elvin hevði leikt eina góða kapping. Tað var eisini Tórður, sum dróg longra stráið. Harvið tryggjaði hann sær 10 stig í kappingini og liggur nú á odda.
Dystin um 3. plássið vann Theodor Esmar í harðari kapping við Beintu.
Støðan í grand prix kappingini er:
1. Tórður við 15 stigum
2. Elvlin við 14 stigum
3. Marta við 13 stigum
Úrslit og støða er at finna undir boccia grand prix 2013-14

2. umfar í boccia Grand Prix flutt!!!

Av tí at so nógv er á skránni hjá so nógvum, hava vit flutt boccia kappingina, sum skuldi vera mikukvøldið 4. desembur til mikukvøldið 11. desembur kl. 19.

René vann gull í jólakapping í boccia í Klaksvík

Árliga jólakappingin í boccia varð leikt leygardagin í Klaksvík. Hóast kappast varð í Klaksvík, so var bert tann eini luttakarin úr Klaksvík. Tað var Andor Mýri. Hann leikti væl og náddi í fjórðingsfinaluna. Allir hinir menninir vóru úr Svani. Tí vann Svanur alt hjá monnunum. Nummar eitt gjørdist René Lið Thomsen. Hann hevur verið millum fremstu boccialeikarar í fleiri ár. Nummar tvey gjørdist Theodor Esmar Hansen. Hann vann Boccia Grand Prix kappingina í vár, so hann má metast at vera ein sera støðugur leikari. Ísak Hansen gjørdist nummar trý. Hann hevur ment seg nógv sum boccialeikari seinastu tíðina.

Hjá Kvinnum vóru tríggir luttakarar úr Smæruni. Og tað var júst ein leikari úr Smæruni, sum vann kappingina. Unn Mortensen leikti sum ein brandur og vann allar sínar dystir. Nummar tvey gjørdist okkara Joanna Poulsen. Hon byrjaði heldur trilvandi, men menti seg gjøgnum kappingina og náddi heilt í finaluna. Har mátti hon lúta fyri stórleikandi Unn Mortensen. Nummar trý gjørdist Meiken Olsen úr Smæruni. Allar hesar tríggjar vóru við á landsliðnum, sum leikti í Onglandi í summar.
Næsta kapping hjá ÌSB er FM í vár. Tann kappingin er sett at vera í ítróttahøllini í Runavík. Men har verður umvælt og bygt uppí, og sera ivasamt er, um høllin verður klár til kappingina. Tí mugu øll fylgja við inni á heimasíðuni.
Næsta kapping hjá Svani verður næsta mikudag, 11. desembur kl. 19 í skúlanum við Løkin. Upprunaliga skuldi hendan kappingin vera í hesi vikuni, men tað er so nógv á skánni hjá nógvum, at vit hava útsett til mikukvøldið 11. desembur.

Jólakapping í boccia

Á hvørjum ári hevur ÍSB skipað fyri jólakapping í boccia. Og aftur í ár verður skipað fyri jólakapping, hesaferð í Klaksvík. Í mun til undanfarnu ár, so má man tekna seg til kappingina leygardagin.

Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50,-. Við í prísinum er eisini okkurt til matna. Vónandi verða nógvir “svanir” at síggja í Klaksvík leygardagin.
Kappingin byrjar kl. 13:15. Nærri boð um kappingina, eitt nú hvussu man teknar seg, eru at síggja á www.isb.fo
×