3. umfar av boccia grand prix hósdagin

Tað verður aftur spennandi í Løkshøll hósdagin. Undan triðja umfarinum liggur Tórður greitt á odda. Hann hevur higartil fingið 18 stig. Á øðrum plássi eru teir báðir René og Theodor Esmar við 14 stigum hvør. Og í hølinum á teimum koma Jørgen, Ísak, Marta og Beinta. Men, kann alt broytast, tá kappingi hósdagin er avgreidd.

Í fleiri ár hevur ítróttabreytin í Runavík/Toftum skipað fyri einum umfari í boccia grand prix. Kappingarnar hava verið í Løkshøll, og allir næmingarnir hava verið áskoðarar. Tað hevur givið eitt serligt huglag.
Kappingin er hósdagin 12. mars í Løkshøll, og vit byrja kl. 12.

Bocciakapping leygardagin

Vit møta mansterk til vetrarkapping í boccia leygardagin kl. 10 í ítróttahøllini í Runavík. Leikt verður í tveimum bólkum, einum fyri kvinnur og einum fyri menn. Vit møta í Svanadraktini og helst eisini t-blusuni.

Tað kostar 50,- krónur at luttaka. Tá fær man eisini okkurt at eta 🙂

Ísakur vann 2. umfar av Boccia Grand Prix

Annað umfar av Boccia Grand Prix hjá Svani varð leikt í fimleikahøllini á Glyvrum mikudagin. Fyrsta umfar vann Tórður, og var hann tí á odda í kappingini. Annað umfar fekk ein annan vinnara. Ísakur hevði ein góðan dag, og endaði í finaluni. Har møtti hann systir síni, sum somuleiðis hevði ein góðan dag. Finaluna vann Ísakur, og skaffaði sær 10 stig á kontuna. Tórður er tó framvegis á odda, men leiðslan er minni nú.

Her er støðan:

Navn

Samlað støða

Stig íalt

1. Umfar

2. Umfar

3. Umfar

4. umfar

Tórður

1

18

10

8

René

2

14

9

5

Theodor Esmar

3

14

7

7

Jørgen

4

13

8

5

Ísak

5

12

2

10

Marta

6

11

2

9

Beinta

7

10

5

5

Valdemar

8

7

5

2

Rúna

8

7

5

2

Rannvá

8

7

5

2

Joanna

11

5

0

5

Elin

12

4

2

2

Elvin

12

4

2

2

Ann

12

4

2

2

Halla

12

4

2

2

Kristian

16

2

0

2

Jakobina

16

2

2

0

Dánjal

16

2

2

0

Jacob

16

2

0

2

Herbert

16

2

0

2

Magni

16

2

0

2

Mortan

16

2

0

2

Ruborg

16

2

2

0

Eydis

16

2

2

0

2. umfar í Boccia Grand Prix mikudagin

So er 2. umfar av Boccia Grand Prix á skránni mikudagin. Hesaferð verður leikt í skúlanum á Glyvrum, har sum vit vanliga venja. Vit byrja kl. 15.

1. umfar vann Tórður, og liggur hann tí á odda í samlaðu støðuni. Hann vann finaluna móti René. Tá Eik Cup var fyrr í mánaðinum vann René á Valdemari. Tí verður spennandi at vita, hvussu hetta umfarið fer at enda. Vit síggjast mikudagin.

Úrslitini frá Eik Cup 2014

Menn:

  1. René L. Thomsen
  2. Elvin Weihe
  3. Valdemar E. Dam

Kvinnur:

  1. Joanna J. Poulsen
  2. Ann Í Puntabyrgi
  3. Elin Løkin

Kapping var eisini fyri áskoðararnar ið vóru møttir til tiltakið. Hesum var tikið væl ímóti, og vinnararnir av kappingini hjá áskoðarunum vóru hesir:

  1. Lena Hansen
  2. Arvid Hansen
  3. Erla W. Johannesen

Terje Vestergaard setti Eik Cup í ár. Talan var um eitt rættiliga væleydnað og hugnaligt tiltak.

Eik-Cup 2014

Leygardagin 6. desember kl. 11 skipar Svanur fyri Eik-cup 2014 í skúlanum við Løkin. Hetta er sættu ferð, at Svanur skipar fyri Eik Cup.
Skráin til tiltakið er hendan:

Kl. 11.00 til 11.30 Tilmelding
Kl. 11.30 til 12.00 Dagurin verður settur við Terja Vestergaard
Kl. 12.00 Smyrjibreyð/sunkist/the/kaffi
Kl. 12.30 Kappingarnar byrja
Kl. 14.45 Heiðursmerkjahandan
Kl. 15.00 Tiltakið endar

Tórður á odda!

18 luttakarar høvdu leitað sær í skúlan við Løkin at leika fyrsta umfar av Boccia Grand Prix kappingini. Stuttligt var at síggja nøkur nýggj andlit. Jakobina og Jørgen hava ikki áður luttikið í kappingini. Tey kláraðu seg bæði væl.

Í fjør vann René Lið Thomsen kappingina og steypið. Tað var annars Tórður, sum lá á odda alla kappingina. Men í síðstu kapping vann René seg framum og fór avstað við steypinum. Tað vóru eisini hesir báðir, sum møttust í finaluni týskvøldið. Í spennandi og tættari finalu endaði tað við, at Tórður dró longra stráið og vann. René bleiv nummar tvey. Og nýggi leikarin, Jørgen av Vollanum, vann dystin um triðja plássið í sera tættari uppgerð við Theodor Esmari.
Enn er ikki heilt greitt, nær annað umfar verður, fylgjast má við á heimasíðuni.

Úrslit frá Boccia Grand Prix 2014-15

Navn

Samlað støða

1. Umfar

2. Umfar

3. Umfar

4. umfar

Tórður

1

10

René

2

9

Jørgen

3

8

Theodor Esmar

4

7

Valdemar

5

5

Rúna

5

5

Rannvá

5

5

Beinta

5

5

Ann

9

2

Marta

9

2

Ísak

9

2

Elin

9

2

Elvin

9

2

Ruborg

9

2

Eydis

9

2

Halla

9

2

Jakobina

9

2

Dánjal

9

2

Fyrsta umfar av Boccia Grand Prix á skránni

Týskvøldið kl. 19:00 verður fyrsta umfar í Boccia Grand Prix á skránni. Leikt verður í skúlanum við Løkin í Runavík. Kappingin hevur verið sera væleydnað øll árini, og nógvir luttakarar hava verið. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til kappingina áðrenn. Ein møtir bara upp.

Vinnarin fær 10 stig, nummar 2 fær 9 stig og soleiðis niðureftir. Øll, sum møta fáa minst 2 stig.
Kanska verður ein kaffimunnur at fáa;)
Komið og spælið boccia!

Svanur tveir føroyameistarar í boccia

Føroyameistarakapping í boccia varð leikt í Løkshøll leygardagin 12. apríl. Umstøðurnar vóru av teimum allar bestu. Tað vóru serliga leikarar úr Smæruni og Svani, sum luttóku. Leikararnir hjá Svani vóru í nýggjum stásiligum búnum. Ein einsamallur norðoyingur hevði leitað sær til Runavíkar, og tað hevði verið deiligt, um hann eisini fekk eitt felag at umboða.

Byrjað varð við, at øll gingu inn í takt við marsj tónleik. Har setti Kári Jacobsen, formaður í mentanarnevnd Runavíkar kommunu, dagin. So var klárt at kappast.
Sum nakað nýtt, skuldu tey leikandi savnast “back stage” og so fylgjast inn saman við dómarunum og aftur við rungandi tónleiki. Tað setti ein hátiðarligan dám á.
Sjálv kappingin gekk væl. Hjá kvinnum vunnu Unn Mortensen og Ruborg Haraldsen sínar bólkar. Men í hálvfinalunum máttu báðar lúta fyri ávikavist Meiken Olsen og Herdis Johannesen. Tá liðugt var, var Meiken vorðin føroyameistari. Endaliga støðan var:
1. Meiken, føroyameistari, Smæran
2. Herdis, Smæran
3. Unn, Smæran
4. Ruborg, Svanur.
Hjá monnunum gjørdist René føroyameistari eftir eina spennandi kapping. Tá komið var til hálvfinalurnar, vóru fýra leikarar hjá Svani eftir. Fyrst vann René móti Valdemari og Tórður móti Elvini. Í finaluni vann René trygt á Tórði og Valdemar vann móti Elvini. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt:
1. René, føroyameistari, Svanur
2. Tórður, Svanur
3. Valdemar, Svanur
4. Elvin, Svanur
Seinasta kappingin var tann hjá rørslutarnaðum. Har møttu einans tveir luttakarar. Vinnari og føroyameistari gjørdist Dánjal Jákup Djurhus úr Svani. Hann vann móti Petur Martin Sivertsen.
Hetta var seinasta kappingin í hesum bocciaárinum. Í summar verða aftur kappingar í boccia fyriskipaðar á stevnunum. Tá síggjast vit aftur. Takk fyri í ár øll somul. Til lukku tit, sum vunnu.

FM í boccia í Løkshøll leygardagin

Leygardagin 12. apríl verður FM í boccia avgreitt í Løkshøll í Runavík. Leikt verður í tveimum bólkum – ein við kvinnum og ein við monnum. Kappingin byrjar kl. 11.00. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo.

Tað hevði verið frálíkt, um allir íðkararnir hjá Svani møttu í nýggju búnunum til kappingina. Síggjast!
×