Væleydnað Svana-cup

Tiltakið byrjaði við, at luttakararnir gingu í skrúgongu inn í høllina, har Tórbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, setti dagin.

Síðani vóru bocciakappingar á skránni. Kappast varð í 4 deildum. Menningartarnað menn, menningartarnað kvinnur, rørslutarnað og so áskoðarar.
Einans tveir luttakarar vóru til kappingina hjá rørslutarnaðum. Tað vóru teir báðir Petur Martin og Marius, sum høvdu leitað sær allan vegin úr Havn at kappast. Kappingina vann Petur Martin.
Kappingin hjá menningartarnaðum kvinnum var tøtt og spennandi. Tær tríggjar Joanna, Marta og Elin dystaðust. Joanna vísti sítt virði og vann kappingina. Marta bleiv nummar tvey, og Elin vann bronsumerkið.
Størsta kappingin var tann millum menningartarnaðar menn. Einir 20 luttakarar vóru. Tá samanum kom vann Valdemar kappingina. Finaludystin móti Ísaki vann Valdemar tepurt. Triðja plássið vann Jørgen. Gull til Valdemar, silvur til Ísak og bronsa til Jørgen.
Til seinast kappaðust áskoðararnir. Her var kappingin sera opin. Vinnari gjørdist Jonn Barbá, sum er beiggi Helga. Nummar tvey gjørdist Arvid og bronsumerkið vann Beinta.
Dagurin var sera væl eydnaður. Nógv fólk møtti upp, og fyrireikararnir høvdu gjørt nógv burturúr.
Nú kvøldskúlarnir eru farnir í gongd aftur, eru eisini fleiri kappingar á skránni. Í vetur verður aftur kappast í Boccia Grand Prix. Fyrsta umfar í tí kappingini verður skjótt. Boðað verður frá inni á www.svanur.fo og á facebook.

Svana-cup

Svana-cup verður í Løkshøll leygardagin 31. oktober kl. 11.


Á skránni vera fýra boccia kappingar, tær eru:
1. Kvinnur við menningartarni
2. Menn við menningartarni
3. Kvinnur og menn við rørðslutarni
4. Áskoðarar

Tey ið ynskja at luttaka verða vinaliga biðin um at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo. Tað kostar 50 kr. at luttaka.
Við vón um góða undirtøku.

Boccia á Fjarðastevnu

Vit fara at hava Boccia kapping á vøllinum norðan fyri bygdarhúsið á Strondum. Tilmelding verður á staðnum, kostnaður 20kr.
Kappast verur í 3 bólkum:

– menningartarnað kvinnur
– menningartarnað menn
– opin bólkur har øll í hava hug eru vælkomin at royna seg.

Vit gleða okkum at síggja tykkum. Møtið stundisliga 😄

Aðalfundur 2015

Mánakvøldið 13. apríl var aðalfundur felagsins á Verkstaðnum Stíggur í Saltangará. Mortan Hansen varð valdur til fundarstjóra, og skipaði fundin eftir lýstu skránni: formansfrágreiðing; framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar; val av nevndarlimum og val av grannskoðara.
Úr nevndini fóru Jónleyg Jarnskor Poulsen og Wenzel Olsen. Í nevndina blivu vald Jastrid Weihe, Alith Djurhus og Godwin Sunder.
Nevndin hevur skipa seg soleiðis:
Jastrid Weihe, formaður
Alith Djurhus, næstformaður
Erla W. Johannesen, skrivari
Oddur Klein, kassameistari
John Poulsen, nevndarlimur
Godwin Sunder, eykalimur

FM í boccia í Løkshøll leygardagin

Leygardagin 18. apríl verður FM í boccia avgreitt í Løkshøll í Runavík. Tey, sum ætla at luttaka, skulu boða ÍSB frá í seinasta lagi hósdagin. Vit í Svani møta sjálvandi í okkara vøkru búnum. Umráðandi er at vera væl fyri, hava sovið nóg mikið og etið góðan morgunmat.

Í kantinuni hevur nevndin skipað fyri kaffimunni og køkum.
Um onkur ætlar at hjálpa til, so er bara at møta upp og bjóða seg fram. Øll hjálp er vælkomin.
Síggjast leygarmorgunin 🙂

Ársaðalfundur

Ársaðalfundur felagsins verður á verkhúsinum Stíggjur í Saltangará, mánakvøldið 13. apríl 2015 kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins:

1. Val av orðstýrara

2. Frágreiðing frá formanninum

3. Innkomin uppskot

4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi

5. Val av nevndarlimum og varalimum, sum standa fyri vali

6. Val av grannskoðara

7. Ymiskt.

§4

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Møtið fjølment!

Nevndin

Valdemar vann 3. umfar, Tórður gjørdist meistari!

Nú er veturin við at sleppa og várið er í luftini. Og tað merkir, at nú er bocciaveturin av. Aftur í ár hevur Svanur skipað fyri grand prix kappingum í boccia. Vanliga hava verið 4 umfør leikt. Í ár vórðu 3 umfør leikt. Og spenningurin vardi heilt til tað seinasta. Undan seinasta umfarinum var Tórður á odda við 18 stigum, 4 stigum framman fyri René og Theodor Esmar. Tá so Tórður ikki kom víðari í hálvfinalurnar, lá møguleikin og lúrdi, at annar teirra skuldi taka fyrsta plássið. Tað eydnaðist teimum ikki, og tí vann Tórður samanlagt. Kappingina hóskvøldið vann Valdemar, nummar tvey gjørdist Joanna og nummar trý René. Samlaða úrslitið sæst niðanfyri. Vit ynskja Tórði til lukku við meistaraheitinum og takka fyri ein hendingaríkan boccia vetur. FM verður leikt í Runavík beint eftir páskir. Fylg við á www.svanur.fo

Navn

1. Umfar

2. Umfar

3. Umfar

Stig íalt

Samlað støða

Tórður

10

8

5

23

1

René

9

5

8

22

2

Theodor Esmar

7

7

7

21

3

Jørgen

8

5

5

18

4

Valdemar

5

2

10

17

5

Ísak

2

10

2

14

6

Joanna

0

5

9

14

6

Marta

2

9

2

13

8

Beinta

5

5

2

12

9

Rúna

5

2

2

9

10

Rannvá

5

2

2

9

10

Elin

2

2

5

9

10

Jacob

0

2

5

7

13

Elvin

2

2

2

6

14

Ann

2

2

2

6

14

Halla

2

2

2

6

14

Kristian

0

2

2

4

17

Dánjal

2

0

2

4

17

Herbert

0

2

2

4

17

Magni

0

2

2

4

17

Mortan

0

2

2

4

17

Ruborg

2

0

2

4

17

Jakobina

2

0

0

2

23

Eydis

2

0

0

2

23

Heri

0

0

2

2

23

3. og seinasta umfar av boccia grand prix hóskvøldið

Vanliga eru 4 umfør av boccia grand prix, men av serligu umstøðunum til seinastu kappingina, er bert ein kapping eftir. Í løtuni er Tórður Hjalt Jacobsen greitt á odda. Men, enn er onki avgjørt. Tað kann broytast í seinasta umfarinum.

3. og seinasta umfar verður leikt í skúlanum við Løkin hóskvøldið 26. mars kl. 19. Tilmelding fer fram á staðnum. Øll kunnu leika við.

3. umfar avlýst!!!

Í fleiri ár hevur ítróttabreytin í Runavík/Toftum skipað fyri einum umfari í boccia grand prix. Kappingarnar hava verið í Løkshøll ein dag fram móti vári. Kappingin hevur verið í skúlatíð, og allir næmingar skúlans hava verið áskoðarar. Tað hevur givið eitt serligt huglag. Hetta hevur samstundis verið ein máti at vísa boccia fram, ein máti at fáa áskoðarar til kappingarnar, ein máti at fáa nýggj hjálparfólk virkin í Svani og ein máti at gera Svan sjónligan í hugaheiminum hjá ungdóminum á staðnum. Kappingarnar hava verið so serstakliga væleydnaðar. Ongantíð hevur nakar trupulleikin verið av hesi kapping, hóast hon hevur ligið mitt á degi.

Í ár letur hetta seg tíverri ikki gera, tí nú er tað vorðið trupult hjá íðkarunum at biðja frí frá arbeiðnum. Tað virða fyrireikararnir. Hetta harmar okkum. Næmingarnir í 10. flokki høvdu eisini glett seg líka nógv sum íðkararnir til hendan dagin og hendan møguleikan.
Eftir røttum eru 4 umfør í boccia grand prix. Tað verða tað ikki í ár. Vit hava leikt tvey umfør. Um eitt triðja umfar verður, er støða ikki tikin til enn. Tit mugu fylgja við inni á heimasíðuni www.svanur.fo
×