Seinastu mongu árini hava vit kappast í Boccia Grand Prix. Leikt verður í 4 umførum, har vinnarin fær 10 stig, nummar tvey fær 9 stig og so víðari. Tann, sum hevur vunnið sær flest stig, tá fjórða umfar er leikt, vinnur kappingina og fær ferðasteypin í varveitslu í eitt ár. Leikt verður um steypin í 10 ár, og tann, sum tá hevur vunnið steypin oftast, fær hann til ognar. Og tað nærkast, tí vit hava longu leikt í nógv ár.
Mikudagin 22. novembur byrjar ársins Boccia Grand Prix, og tað verður í Glyvra skúla kl. 15:30. Øll, sum hava hug at vera við, kunnu møta.
Síggjas mikudagin.