Mánakvøldið 17. februar var aðalfundur felagsins í skúlanum við Løkin í Runavík. Jastrid Weihe var vald til fundarstjóra, og skipaði fundin eftir lýstu skránni: formansfrágreiðing; framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar; val av nevndarlimum og val av grannskoðara.
Í formansfrágreiðingini, sum annars fæst í fullari longd í leinkju niðanfyri, vísti Hendrik Olsen á, at Svanur hevur ment seg til at vera eitt sjónligt ítróttarfelag, sum ikki bert er virkið alt árið, men sum er vorðið ein náttúrligur part av gerandisdegnum hjá mongum í Eysturoynni. Svanur skipar fyri nógvum ymiskum ítróttartiltøkum í oynni – og eisini uttanfyri landoddarnar, og limirnir hava eisini verið fegnir um sosialu samveruna, sum sjálvandi kemur í kjalarvørinum av virksemi felagsins.
Aftrat meira støðuga virkseminum, var Hendrik Olsen fegin um at nýggj tiltøk løgdust aftrat, og at felagnum var eydnast at røkka nýggjum málum. Hendrik Olsen, sum var við at seta felagið á stovn og sum hevur verið formaður frá byrjan, stillaði ikki upp aftur. Umframt hann stóðu Haldis Dam Matras, John Allan Midjord og eykalimur Marjun í Jàkupsstovu fyri vali; ongin teirra stillaði upp aftur. Í teirra stað komu Erla W. Johannesen, John Poulsen og Oddur Klein og Alith Djurhus sum eykalimur.
Nevndin skipaði seg á fundi beint eftir aðalfundin. Nýggjur formaður er Wenzel Olsen; Jónleyg Poulsen er næstformaður; Erla W. Johannesen er skrivari; Oddur Klein er kassameistari og John Poulsen er nevndarlimur.
Í formansfrágreiðingini nýtti Hendrik Olsen eisini høvið at takka Eik fyri peningaliga stuðulin, sum verður latin samsvarandi høvuðsstuðulsavtaluni.