ÍSB vónar, at nógv fólk leita sær í ítróttahøllina í Runavík at stuðla føroyska liðnum.
Boccia er ein av teimum stóru ítróttagreinunum hjá ÍSB, helst tann størsta. Boccia er eitt sera undirhaldandi spæl. har nýggjar støður alla tíðina koma í. Og vísu orðini um, at onki er avgjørt, fyrr enn alt er avgjørt, munnu passa sera væl til júst hetta spælið. Harafturat kemur, at áskoðararnir koma sera tætt at spælarunum.
Skráin fyri landsdystin er hendan:
Fríggjadagin verður leikt innleiðandi umfar beint eftir setanina. Sæunn Ólavsdóttir setir tiltakið. Byrjað verður kl. 10, og er tað liðugt at spæla um 14 tíðina. Leygardagin er finaluumfar á skránni. Aftur leygardagin verður byrjað kl. 10. Spælt verður líkt til kl. 17, tá vinnararnir eru funnir.
Sunnudagin er ein øðrvísi kapping á skránni. Tá verður uppvísningsdystur leiktur á torginum í Runavík, t.e. undir býráðsskrivstovuni. Tá fara landsliðsleikararnir at leika móti kendum føroyingum.
Nevnast kunnu Tummas Hanus Dam, bretskur sendimaður, Jógvan á Lakjuni og Kári P. Højgaard, politikarar, Abraham Løkin og Klæmint Olsen, fótbóltsleikarar og Kristina Bærentsen, sangari. Hendan kappingin byrjar kl. 14 og varar ein goðan tíma. Viðrar ikki, verður leikt í Løkshøll ístaðin.
ÍSB vil bjóða øllum at vera vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Stuttligt hevði verið, um nógv fólk gjørdu sær ein túr til Runavíkar at hyggja.
Myndin av føroyska liðnum er tikin beint eftir venjingina týsdagin. Seinasta venjingin er hósdagin, og kappingin byrjar fríggjadagin.