Kallað verður inn til aðalfund hjá Svani í Stíggi 13. mars 2023 kl. 19.
Dagsskráin er sambært viðtøkunum hendan:
- Val av fundarstjóra
- Formansfrágreiðing
- Framløga av rokniskapi og fíggjarstøðu
- Val av nevndarlimum
- Val av eykalimum
- Val av grannskoðara
- Innkomin mál
- Ymiskt
§4 Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 10 dagar undan aðalfundin. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin