Góða fundarfólk, góðu áhoyrarar!
Svanur hevur nú lagt 12 ár aftur um seg. 2020 hevur verið eitt serligt ár. Eitt ár, vit koma at minnast sum nakað heilt serligt, har Covid-19 nærum setti dagsskránna. Hóast avbjóðingar hava verið, so hevur felagið víst vilja og áræði, og tey regluligu tiltøkini hava verið so gott sum alt árið 2020. Bæði boccia, fótbóltur og svimjing hava koyrt nærum óávirkað, og vil eg takka fyri ágrýtnið, ið okkara venjarar hava víst.
Sum nevnt var undanfarna ár eitt serligt ár við avmarkaðum tiltøkum, og tí ikki líka hendingaríkt sum 2019, sum var eitt ár, har vit fingu gleði at hátíðarhalda okkara 10 ára føðingardag. Men tó hava onkrar kappingar verið.
Mánadagin 23. november var skipað fyri árligu jóla svimjikappingini hjá Parasport og Kvøldskúlanum í Havn. Vegna tilmælini var ikki gjørt líka nógv burturúr hesaferð, men tó høvdu 26 svimjarar meldað seg til. Her stóðu vit okkum væl, og fingu fleiri heiðursmerki heim. So vit kunna gleðast um tað menning, sum er farin fram, síðan skipað svimjing er komin upp at standa. Svimjitilboðið í Leirvík er vónandi komið fyri at vera.
Hósdagin 10. desember var borðtenniskapping í fimleikarhøllini á Frælsinum í Havn. Hetta er ein afturvendandi kapping hjá Parasport, har eisini leikarar hjá Svani vóru við.
Nú vit eru byrjað uppá 2021, vóna vit, at fleiri tiltøk kunnu vera, men hetta má tíðin koma at vísa. Trúgvi fleiri sakna okkara árligu Svanacup kapping, sum bæði er spennandi og hugnalig.
Eisini hava tær lokalu boccia-kappingarnar verið. Hesar vera endaliga avgreiddar seinni í ár. Vanliga eru hesar kappingar bæði hugnaligar og spennandi.
Felagið roynir framhaldandi at hyggja eftir nýggjum ítróttargreinum, og er ein av hesum hondbóltur. Hondbóltur var á skrá ein vetur, men ikki nokk av luttakarum vóru til, at vit kundu halda fram. Vit kenna frá øðrum ítróttargreinum, at tað tekur tíð at fáa eina ítróttargrein at hanga við. Vilja royna aftur komandi vetur, um ikki tað kann bera til at fáa hesa ítróttargrein at verða ein part av skránni hjá Svani.
Til seinast vil eg takka nevnd, limum, venjarum og øllum tykkum, sum eru við til at geva eina hjálpandi hond.
Takk øll somul!
Hendrik Olsen, Nevndarformaður í Svani