Eli lagt seg á odda í Boccia Grand Prix 2025-26

Mikudagin varð triðja umfar í Boccia Grand Prix leikt í skúlanum á Glyvrum. Undan umfarinum stóð púra á jøvnum millum Joannu og Eli. Eisini var ógvuliga tætt millum Ísak, Mirjam, Rannvá, Rúnu og Joen Jacob.

Eli hevði ein avbera góðan dag mikudagin. Fyrst leikti hann seg lættliga víðari úr bólkaspælinum. Síðani var hann støðugur í fjórðings- og hálvfinaluni, áðrenn hann krýndi verkið við greiðum sigri í sjálvari finaluni, sum var leikt móti Rannvá. Við sigrinum legði hann seg greitt á odda í samlaðu kappingini, nú einans eitt umfar er eftir. Tað umfarið verður leikt í Glyvra skúla mikudagin klokkan 16.

Nr.
Leikari
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar 
íalt
1
Eli
9
10
10
29
2
Joanna
10
9
5
24
3
Ísak
5
8
7
20
4
Mirjam
5
5
9
19
5
Rannvá
5
5
8
18
6
Joen Jacob
7
5
5
17
7
Rúna
5
5
5
15
8
Sjúrður
8
0
5
13
9
Allan
2
7
2
11
10
Ann
2
2
2
6
10
Melkjor
2
2
2
6
10
Jacob
2
2
2
6
13
Tordur
2
0
0
2
14
Tanja
2
0
0
2
15
Mortan
2
0
0
2
Onnur tíðindi