Langt um longi varð fyrsta umfar av Boccia Grand Prix avgreitt mikudagin. 18 leikarar luttóku. Vert er at hava í huga, at nýggir næmingar eru komnir á Rásina at ganga í skúla. Teir vóru allir við til kappingina, og kláraðu teir seg heilt væl. Vinnarin gjørdist eisini ein teirra. Allan Haraldsen, sum er av Eiði, setti øll upp á pláss og vann kappingina. Finaluna leikti hann móti Jørgeni, sum hevur verið krútsterkur í seinastuni. Spennandi finalan endaði við, at Allan dró longra stráið og vann. Harvið er hann á odda í kappingini. Enn kann tó nógv henda, tí hetta var fyrsta av fýra umførum. Annað umfar verður stutt eftir nýggjár.