Eli gjørdi slætt borð

Hóskvøldið var seinasta umfar í boccia grand prix leikt í skúlanum við Løkin. Undan hesum fjórða og seinasta umfarinum lá Joanna fremst við 27 stigum. Í hølunum á henni komu Eli og Ísak við 22 stigum. 

19 luttakarar møttu, og vit fingu eina góða kapping.

Tá René, sum vann kappingina í fjør, hevði sligið Joannu út í fjórðingsfinaluni teirra millum, lá møguleikin hjá Ísaki og Eli og lúrdi. Ísakur megnaði tó ikki at vinna seg í finaluna. Tað gjørdi Eli. Í finaluni møtti hann René, sum var komin út við steypinum. Tað gjørdist ein sera spennandi og dramatisk finala.

Í fyrsta útkastinum gjørdi Eli eitt ordans hál, tí hann vann ikki minni enn 3-0. Nú skuldi hann bara halda stand, so vann hann umfarið og samstundis eisini samlaðu kappingina. Men í næstseinasta kastinum flutti René hvíta bóltin so mikið, at hann vann sær greiðan fyrimun og endaði við at vinna útkastið 3-0. Nú stóð á jøvnum 3-3, og høvuðsdómarin, Jóhan Danielsen, mátti skipa brotskastkapping. Hesa vann Eli, og gjørdist tí stóri vinnarin í ár. 

Hjartaliga til lukku Eli.

Takk fyri í ár øll, og vit síggjast í heyst.

Hendrik Olsen handar Eli Olsen heiðursmerki
4. umfar: Nummar 3 Ísak, nummar 2 René og vinnari Eli
Jóan Jakku handar Eli steypið
Úrslitið av Boccia Grand Prix 2023: 3 Ísak, 2 Joanna og vinnari Eli

Samlaða støðan

Leikari
1. umfar
2. umfar
3. umfar
4. umfar
íalt
Eli
9
8
5
10
32
Joanna
7
10
10
5
32
Ísak
5
9
8
8
30
Rannvá
2
5
5
7
19
Rúna
2
2
9
5
18
Miriam
10
5
2
0
17
Sjúrður
8
2
5
2
17
Marta
5
5
2
5
17
Joen Jakku
2
2
7
2
13
Elvin
0
5
2
5
12
Tanja
0
7
2
0
9
René
0
0
0
9
9
Berit
2
2
2
2
8
Jacob
2
2
2
2
8
Jóhanna
2
2
2
2
8
Richard Wencil
0
2
2
2
6
Magni
0
2
2
2
6
Ann
0
2
2
2
6
Judit
5
0
0
0
5
Rasmus
5
0
0
0
5
Mortan
0
0
2
2
4
Onnur tíðindi