René vann annað umfar í Boccia Grand Prix

Boccia Grand Prix er altíð spennandi. Í fyrsta umfarinum, sum varð leikt í desembur, vann Allan á Jørgeni í eini tættari finalu. Mánadagin varð so annað umfar leikt, og hesaferð møttust teir báðir í hálvfinaluni. Har vann Allan og tryggjaði sær harvið pláss í sjálvari finaluni, har 10 stig kunnu vinnast. Í finaluni møtti hann René, sum hevur nógvar landsdystir í skjáttuni. René vann hálvfinaluna móti Tórði, sum í løtuni hevur steypin í varðveitslu, tí Tórður vann kappingina í fjør.

Finalan gjørdist spennandi, men tá samanum kom, so var ongin ivi um, hvør fór at vinna. René vann ein greiðan sigur á Allani, sum tó enn er á odda í samlaðu kappingini.
Dystin um triðja plássið vann Jørgin.
Samlaða støðan er nú hendan:

Leikari

1. umfar

2. umfar

3. umfar

4. umfar

Stig íalt

Støða

Allan

10

9

19

1

Jørgen

9

8

17

3

René

8

10

18

2

Joanna

7

5

12

4

Elin

5

2

7

7

Tórður

5

7

12

4

Marta

5

5

10

6

Bjørt

5

2

7

7

Hilda

2

2

4

11

Brestir

2

0

2

9

Gunnar

2

2

4

11

Helgi

2

2

4

11

Uni

2

2

4

11

Kristian

2

2

4

11

Ísak

2

5

7

7

Elvin

2

5

7

7

Magni

0

2



2

16

Mortan

0

2



2

16

Eli

0

2



2

16

Heri 0 2 2 16
Jacob 0 2

2 16






Onnur tíðindi