Tað verður aftur spennandi í Løkshøll hósdagin. Undan triðja umfarinum liggur Tórður greitt á odda. Hann hevur higartil fingið 18 stig. Á øðrum plássi eru teir báðir René og Theodor Esmar við 14 stigum hvør. Og í hølinum á teimum koma Jørgen, Ísak, Marta og Beinta. Men, kann alt broytast, tá kappingi hósdagin er avgreidd.
Í fleiri ár hevur ítróttabreytin í Runavík/Toftum skipað fyri einum umfari í boccia grand prix. Kappingarnar hava verið í Løkshøll, og allir næmingarnir hava verið áskoðarar. Tað hevur givið eitt serligt huglag.
Kappingin er hósdagin 12. mars í Løkshøll, og vit byrja kl. 12.