3. umfar leikt, og Ísakur hevur lagt seg á odda

Tað skuldi vera seinasta umfar, men avrátt varð, áðrenn farið varð í gongd, at 4. umfar eisini skal leikast. Tað verður leikt í skúlanum við Løkin leygardagin 17. mars kl. 14. Tað er beint eftir, at kvøldskúlaframsýningin er sett.

Og tað gjørdist eitt spennandi umfar mikudagin. Elin gjørdi tað aftur væl, tá hon leikti seg í fjórðingsfinaluna. Tað eydnaðist henni tó ikki at vinna seg í hálvfinaluna. Hon hevur tó enn møguleikan at vinna heiðursmerki í samlaðu kappingini.
Ein, sum veruliga vísti, hvør dugur er í honum, var Jacob. Hann spældi væl og vann seg heilt í hálvfinaluna, sum hann tó tapti tepurt móti Elvini. Í dystinum um triðja plássið eydnaðist tað Jacobi at vinna móti Joannu, sum annars hevur steypið í varveitslu til leygardagin, tí hon vann kappingina í fjør.
Finaludysturin stóð millum Ísak og Elvin. Eftir 2. umfar lógu teir báðir púra javnir á 17 stigum hvør, so hetta var ein avgerandi dystur. Her vísti Ísakur klassa og vann 4-0 og harvið legði hann 10 stig afturat sínum 17. Ísakur er tí á odda við 27 stigum, áðrenn seinasta umfar, sum altso verður leikt leygardagin. Júst leygardagin fyllir Ísakur 24 ár, so tá er høvi at ogna sær eina rimmar føðingardagsgávu.
Onnur tíðindi