Jólaborðhald

Árliga jólaborðhaldið hjá Svani verður í Leirvík mikudagin 5. desembur.
Vit byrja við at bovla kl 18, og aftaná fara vit at fáa okkum ein betri bita, syngja og hugna okkum.
Tey, ið ynskja at koma við, skulu siga frá áðrenn 3 desembur til Annu Gaardlykke á tlf 592027, ella senda ein mail til svanur@svanur.fo
Kostnaðurin er 300 kr, og tit gjalda, tá tit møta.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna at fáa eina hugnaliga og stuttliga løtu saman.
Vinarliga
Nevndin
Onnur tíðindi