Tíđindi
20. mars 2019
Marta vann umfarið - René vann steypin
20 leikarar stóđu til reiđar, tá seinasta umfar av boccia grand prix varđ leikt í fimleikahřllini á Glyvum mikudagin. Spenningurin var stórur, tí tríggir leikarar, René, Elvin og Ísak, kundu vinna kappingina. Vann René kappingina, so vann hann samstundis steypin til ognar. Ein steypur, sum kappast hevur veriđ um í 10 ár.
Longu í innleiđandi umfřrunum mřtti Ísakur harđari mótstřđu. Endin var, at hann ikki megnađi at vinna seg víđari í kappingini, og so misti hann samstundis mřguleikan at vinna steypin.
Elvin og René komu báđir víđari úr bólkaspćlinum. René mřtti Kristiani, sum gav honum skarpan gang. Endin var tó, at René vann dystin og kom í hálvfinaluna. Elvin mřtti Eli í fjórđingsfinaluni. Hetta gjřrdist ein sera spennandi dystur. Serliga seinasta kastiđ í fyrru rundu var margháttligt, tí her legđi Eli sín seinsta bólt oman á allar teir hjá Elvin, og vann sćr eitt stig. Tá samanum kom hevđi Eli vunniđ á Elvin, og so var longu greitt, at René fór at vinna steypin, vinna hann til ognar.
Í sjálvari finaluni vann Marta tó á René. Í dystinum um triđja plássiđ vann Pauli á Eli. Úrslitiđ av fjórđa umfarinum gjřrdist tí:
1. Marta
2. René
3. Pauli
4. Eli

Úrslitiđ av Boccia Grand Prix gjřrdist:
1. René
2. Elvin
3. Ísak
4. Eli
5. Marta

Yvirlit av boccia grand prix 2018-19 sćst her: http://svanur.fo/default.asp?menu=364



Aftur